Skip to main content.

ORKA.fo

Useful links: Um Orka.fo | Ger viðmerkingar ella spyr | Leita
Navigation: Húsabjálving | Orkuveiting | Orkupolitikkur | Vitanardeplar | Tilfar at taka niður

Farið verður nú undir at gera orkudepil á Kambsdali


Bjálvingarleiðbeining

Bjálvingarleiðbeining - Orkuráðið 1984
Í 1984 gav táverandi Orkuráðið út eina leiðbeining um húsabjálving. Henda leiðbeining er besta tilfar, ið til er á føroyskum um bjálving og gevur góðar ábendingar um, hvat loysir seg at gera og hvussu hetta kann roknast. Bjálvingarleiðbeiningin er nú tøk her sum pdf-fíla.


Innlendismálaráðið hevur játtað kr. 4.023.000 til at menna og granska í alternativum orkuhættum undir føroyskum fortreytum í einum føroyskum skúlaumhvørvi. Við hesi játtan er grundarlag fyri at stovna orkudepil á Kambsdali, sum m.a. er greitt frá á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar Kommunu. Depilin umfatar frá byrjan sólorku og vetni framleitt av streymi frá lítlari vindmyllu.

Depilin verður skipaður í samstarvi við Náttúruvísindadeildina á Fróskaparsetrinum, Miðnámsskúlarnar á Kambsdali, Tekniska skúla í Klaksvík og Fuglafjarðar kommunu. 

Orkudepilin er partur av NORA-verkætlan um sólorku í Føroyum og Grønlandi. NORA-verkætlanin hevur Center for Arktisk Teknologi, Byggi- og Anleggsskúlan í Sisimiut og Brøndum Grønland (VHS-felag) og Pure Energy Centre sum samstarvspartar.

Í samband við NORA-verkætlanina er ein fylgibólkur settur at tryggja, at endamálið við ætlanini verður rokkið. Í fylgibólkinum sita Olga Biskupstø, skrivari í Útoyggjafelagnum, Jørn Hansen, verkfrøðingur, nevndarformaður fyri Innovatiónshúsinum í Sisimiut og starvsnevndarlimur í NORA  og Sigurð Simonsen fyri Fuglafjarðar kommunu.

Vetnisparturin verður gjørdur í samstarvi við Náttúruvísindadeildina á Fróskaparsetrinum og  Pure Energy Centre á Unst í Hetlandi, ið veitir tøknina.

Ein fylgibólkur verður settur við umboðum fyri Náttúruvísindadeildina á Fróskaparsetrinum (Hans Pauli Joensen, deildarleiðara),  Útoyggjafelagið (Olga Biskupstøð), Center for Aktisk Teknologi (Arne Villumsen, professari), Miðnámsskúlarnar á Kambsdali (Sámal í Skorini, rektari), Pure Energy Centre (Daniel Aklil, Stjóri) og Fuglafjarðar kommunu.

Depilin verður skipaður sum ein óheft eind við nevnd, ið tekur støði í fylgibólkunum. Støða verður tikin til hetta seinni saman við avvarðandi myndugleikum. Ein skipan sum óheft alment gagnlig eind er neyðug fyri at depilin fult út kann verða partur av ymiskum millumtjóða verkætlanum. Depilin verður longu partur av Northern Periphery verkætlan um at menna varandi orku í smáum samfeløgum. Føroyski parturin av hesum er at greina, hvussu smá orkufeløg kunnu skipast og fíggjast. Hetta er eisini umráðandi fyri at varandi orka kann mennast í Føroyum.

Orka.fo er ætlað at verða staðið har tú kanst fylgja við menningini av deplinum og tey tiltøk, ið verða í hesum sambandi. Umframt hetta verður eisini tilfar um orku á føroyskum og tilfar, ið er viðkomandi fyri føroysk viðurskifti.

Tilfarið á orka.fo kann frítt nýtast við kelduávísing. Eingin ábyrgd kann leggjast á orka.fo ella spf. Birtan fyri avleiðingar av nýtslu av tilfarinum.

Meira fæst at vita við at venda sær til Vilhjálm Nielsen á telefon 604050 ella á telduposti vini@orka.fo

Copyright © 2009, Spf. Birtan. Treytir fyri nýtslu.
Vilhjálmur Nielsen stendur fyri dagføringini. Seinast dagførd: 24. Mars, 2009.