Leiðbeiningar


Bjálvingarleiðbeining

Bjálvingarleiðbeining - Orkuráðið 1984
Í 1984 gav táverandi Orkuráðið út eina leiðbeining um húsabjálving. Henda leiðbeining er besta tilfar, ið til er á føroyskum um bjálving og gevur góðar ábendingar um, hvat loysir seg at gera og hvussu hetta kann roknast. Bjálvingarleiðbeiningin er nú tøk her sum pdf-fíla.


Fyribils er bert ein leiðbeining at finna her. Tað er bjálvingarleiðbeiningin, ið Orkuráðið gav út í 1984. Hon er so væl gjørd, at hon framvegis kann nýtast í dag - bæði av fakfólki, og um tú vilt gera nakað við tíni egnu hús.

Leiðbeiningin inniheldur nógv roknidømi og tekningar, ið gera tað lættari at betra um húsini.

Í dag hevði verið bjálvað betri enn ásett er í leiðbeiningini, so tað hevði verið gott, um onkur setti sær fyri at dagføra tilfarið og geva tað út aftur.