Vitanardeplar


Vitanardeplar

Lógir og reglugerðir
Orkusparing
Gamlir byggisiðir


Lógir og reglugerðir

Jarðfeingi er føroyski orkumyndugleikin og umsitir allar lógir og kunngerðir um orku vegna Vinnumálaráðið. Jarðfeingi er tó ikki elmyndugleiki og umsitir tí t.d. ikki trygdargóðkenning av elektriskum tólum og tilfari.

Landsverk hevur eina Byggi- og bygningsumsiting, ið tekur sær av bygningunum hjá Landsstýrinum og landsstovnum. Tað áliggur Landsverki at fáa til vega eina landsbyggireglugerð, sum samansjóðar almennar reglur um bygging í Føroyum. Við eini landsbyggireglugerð verður bert eitt stað at leita eftir hvørjar reglar eru galdandi.

Umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni tekur sær av umhvørvisgóðkenningum av virkjum. Ein umhvørvisgóðkenning verður kravd av ravmagns-, og hitaverkum og av vindmyllum, um ikki Landsstýrið gevur undantak.

Orkusparing

SEV hevur eina orkuráðgeving. Umframt at hava ymisk góð ráð á heimasíðuni ber til at ringja til ella vitja ráðgevingina. Ráðgevingin hjá SEV er sjálvsagt serliga innan hvussu tú kanst spara elorku.

Húsalánsgrunnurin hevur í nógv ár umsitið bjálvingarstuðulin til pensionistar. Metingarmennirnir á Húsalánsgrunninum hava tí drúgvar royndir í at meta um hvørji tiltøk loysa seg. Umframt serligu bjálvingarstuðulslánini kann Húsalánsgrunnurin bjóða vanlig húsalán til íløgur í orkusparandi tiltøk.

Gamlir byggisiðir

Fornminnissavnið hevur holla vitan um gamlan byggisið og bygningstilfar. Fornminnissavnið kann  leiðbeina um hvørji fyrilit skulu takast við friðaum bygningum.