Orkupolitikkur


Uppskot til orkupolitik

Uppskot til orkupolitikk
Jarðfeingi handaði stutt fyri jólum landsstýrismanninum í vinnumálum Bjarna Djurholm uppskot til orkupolitikk. Uppskotið er nú viðtikið sum føroyskur orkupolitikkur.

Nú viðtikna uppskotið til orkupolitikk kann lesast
á heimasíðuni hjá Jarðfeingi ella her sum pdf-fíla.


orkupolitikkur. Í februar 2007 hevði Løgtingið aðalorðaskifti um orkupolitikk. Her var stór undirtøka til  uppskotið, ið nú tí er føroyskur orkupolitikkur. Eingin yvirskipaður orkupolitikkur hevur verið orðaður í Føroyum fyrr enn nú.

Ein yvirskipaður orkupolitikkur raðfestir hvat samfelagið skal gera innan orkuøkið fyri at menna samfelagið framyvir. Orkupolitikkurin hevur sum grundarlag at orkuveitingin skal verða støðug, nøktandi, ikki ov dýr og ikki ávirka umhvørvi og heilsu óneyðugt.

Hesi fyrilit kunnu røkkast við at minka um oljunýtsluna á sjógvi og landi við at spara orku og í støðugt vaksandi mun leggja um til varandi orku. Ítøkiliga verður skotið upp at í 2015
Orkupolitikkurin er greinaður í ymisk øki við sjálvstøðugum settningum.