Um Orka.fo
Spf. Birtan
Spf. Birtan er felagið aftan fyri orka.fo.
Spf. Birtan hevur til endamáls at birta uppundir eini
burðardyggari menning av føroyska samfelagnum.
Vilhjálmur Nielsen eigur og rekur Spf. Birtan, sum
ráðgevur um orku og umhvørvi.
Vilhjálmur
Nielsen er sivilverkfrøðingur og ph.d. innan orku og
umhvørvi og hevur drúgvar royndir innan orku- og
umhvørvisøkið. Hann hevur m.a.
ráðgivið
Jarðfeingi um orkupolitikk og
Innlendismálaráðið um
Veðurlagssáttmálan og Kyoto-frumskjalið.
Orka.fo er vevstaður um orku í Føroyum.
orka.fo er
óheft og skal verða álítandi.
Tilfar, ið
lagt verður inn á vevstaðin er tí
slíkt
tilfar, ið kann metast at verða
álítandi.
Orka.fo er og verður óheft av veitarum og
myndugleikum. Tilfarið á vevstaðnum er
tí valt eftir dygd og at tað er kunnandi. Eingin
kann krevja at tilfar verður sett á orka.fo, men um orkkurt
kemur skeivt fyri, verður tað sjálvsagt rættað.
Tilfarið á orka.fo kann frítt
nýtast við
kelduávísing. Eingin ábyrgd kann
leggjast á
orka.fo ella spf. Birtan fyri avleiðingar av nýtslu
av
tilfarinum.
Innlendismálaráðið hevur
stuðlað
gerðini av vevstaðnum av játtanini til
umhvørvisverndartiltøk í 2006.
Innlendismálaráðið hevur onga ávirkan ella
ábyrgd av innihaldinum.