Ofta settir spurningar
Ein hitapumpa virkar eins og eitt køliskáp, har el verður nýtt at flyta hitaorku úr einum køldum stað til eitt heitari stað. Í einum køliskápi verður hitaorka tikin úr tí kalda skápinum, so tað verður verandi kalt, og flutt út í rúmið, har køliskápið stendur. Ein hitapumpa tekur hitaorku úr t.d. útiluft ella jarðhitaholi og flytur hitaorkuna inn í húsini.
Tað, sum sýnist sum gátan við hitapumpum, er, hvussu tað ber til at vit kunnu brúka t.d. útiluft, sum er bara 3-4 hitastig, til at hita okkum húsini og enntá gera heitt vatn! Vit gagnnýta tvey snild viðurskifti í hitapumpum. Eitt er, at í rørunum í hitapumpuni er køliløgur, sum kókar og verður til gass við heilt lágt hitastig. Hitt er, at vit nýta streym til at trýsta gassið saman – og tá tað verður gjørt, sigur ein náttúrulóg, at hitin í gassinum økist.
Soleiðis kunnu nøkur fá hitastig úti fáa løgin í pumpuni til at kóka og verða til gass, og tá so gassið verður sett undir trýst, verður hitin nóg nógvur til at kunna gera bæði radiatorar og vatnið í krananum heitt.
Luft, eins og eitthvørt annað evni (vatn, grót vm), gevur hitaorku frá sær, tá hon kølnar. Øvugt brúkar luft hitaorku, tá hon ornar. Hvussu nógva hitaorku talan er um, er tengt at nøgd (kg ella litur) av luft, og hvussu nógvar gradir luftin kølnar, og ikki hvussu heit ella køld luftin er. Sostatt fæst sama hitaorka burturúr, um eitt kg av luft kølnar úr 20°C til 10°C, sum tá sama nøgd kølnar úr 10°C til 0°C. Um nøgdin er dupult (2kg heldur enn 1kg) fæst dupult hitaorka. Sostatt er brúk fyri somu hitaorku til at hita 1 kg av luft úr 10°C til 20°C sum fæst við at køla 5 kg av luft úr 10°C til 8°C. Sostatt kann eitt kølievni taka hitaorka úr luft, hóast luftin er ísakøld – hon gerst bara enn kaldari. Ein hitapumpa er gjørd til at flyta hitaorku úr einum køldum evni (luft, vatn ella jørðini) til heita luft ella vatn í einum bygningi.
Ja. Hvussu nógva hitaorku talan er um, er tengt at nøgd (kg ella litur) av luft, og hvussu nógvar gradir luftin kølnar, og ikki hvussu heit ella køld luftin er. Sostatt fæst sama hitaorka burturúr, um eitt kg av luft kølnar úr 20°C til 10°C, sum tá sama nøgd kølnar úr 5°C til -5°C.
Í rørskipanini í eini hitapumpu er eitt (køli)evni, sum kókar við sera lágan hita. Dømi um kølievni og kókipunkt eru: ammoniak -33,34°C, propan -42°C, R32 -51,7°C og R410a -48,5°C. Tá eitt evni kókar, tekur tað hitaorku úr umhvørvinum. Sostatt kann eitt kølievni taka hitaorka úr luft, hóast luftin er ísakøld – hon gerst bara enn kaldari. Hitapumpan hevur ein el-riknan kompressara, sum setur kølievnið undir trýst og tá avgevur kølievnið hitaorkna aftur við hægri hita.
Ein litur av olju gevur 3,2 kg CO2 frá sær, tá hon verður brend. Eini hús, sum brúka 3000 litrar av olju um árið, útleiða sostatt 9,6 tons av CO2 um árið. Ein litur av olju inniheldur 10 kWh av hitaorku, so 3000 litur svara til 30.000 kWh av hitaorku. Av hesi orku koma umleið 27.000 kWh hitaorka til góðar í oljufýrinum. Ein hitapumpa kann hita somu hús við at brúka umleið 9.000 kWh el (her verður rokna við COP=3). Sambært ársfrágreiðing frá SEV útleiðir hvør kWh hjá teimum um 300g CO2.
Sostatt útleiðir elnýtslan hjá hitapumpuni 2,7 tons av CO2 um árið, ímóti teimum 9,6 tonsunum, sum oljuhitingin hevur við sær.
Um nøkur ár, tá mest sum øll elframleiðsla hjá SEV kemur úr vatni og vindi, kemur einki CO2 frá eini hitapumpu.
Eitthvørt evni, tað veri seg luft, vatn, grót ella okkurt annað, gevur hitaorku frá sær, tá tað kølnar. Munur er tó á hvussu “orkutung” tey ymisku evnini eru, tvs. tey hava ymiskan hitakapasitet (á donskum: varmefylde). Dømi um hitakapasitet eru: Luft: 1 [kJ · kg-1 · °C-1], Vatn (flótandi): 4,18 [kJ · kg-1 · °C-1], Grót (basalt) 0,84 [kJ · kg-1 · °C-1]. Hetta merkir, at tá tú kølir 1kg av luft 1°C, so fæst 1 kJ (= 0,000278 kWh) burturúr. Um tú kølir 1kg av vatni 1°C fæst 4,18 kJ (= 0,001161 kWh). Sostatt skal nógv størri nøgd av luft kølast í mun til nøgd av vatni fyri at geva somu hitaorku. Tí eru ymisk sløg av hitapumpum alt eftir hvar hitaorka skal takast frá og hvar hon skal brúkast.
COP (Coefficient Of Performance) er eitt tal fyri hvussu effektiv ein hitapumpe er, tvs. hvussu nógva hitaorku hon framleiðir í mun til tað el hon brúkar. Vit kalla hetta gagnstig á føroyskum. Um ein hitapumpa framleiður 4 kWh hitaorku og brúkar 1 kWh el, er gagnstigið ella COP = 4. Ein effektiv hitapumpa hevur høgt COP og brúkar minni el og er tí bíligari í rakstri enn ein hitapumpa við lágum COP. Jarðhitapumpur hava vanliga COP umleið 4. Luft/vatn hitapumpur hava nakað lægri COP, vanliga umleið 3 til 3,5. COP broytist eftir hitaviðurskiftum. Ein hitapumpa, sum framleiðir heitt vatn (60-70°C) til radiatorar hevur lægri COP enn ein hitapumpa, sum framleiðir knapt so heitt vatn (30-50°C) til gólvhita. Eisini hitin, har hitapumpan tekur orkuna, ávirkar COP. Ein luft/vatn hitapumpa hevur hægri COP um summarið, tá heitari er í veðrinum, enn um veturin, tá tað er kaldari. SCOP (Seasonal COP) verður roknað á sama hátt sum COP, men her verður talt saman yvir eitt heilt ár og hædd tikin fyri ymiskum hitaviðurskiftum.