Sólorka

Hvat er sólorka?

Ein sólorkuskipan er rímuliga eindføld skipan við nøkrum tunnum fløtum panelum, sum sólin skínur á. Panelini framleiða javnstreym og tveir ledningar føra streymin til eitt tól, kalla ein invertari, sum er bundin í el-málarin í húsinum. Invertarin umsetur javnstreymin frá panelunum til veksilstreym, sum kann fara beint í elskipanina í húsinum. So kann húsið brúka streymin sjálvt og lata avlopið út á netið hjá SEV. 

Sólorkuskipanin á Umhvørvisstovuni, sett upp í 2018.

Hví sólorka?

Á myndini omanfyri síggja vit el-framleiðsluna í Føroyum hvønn dag í árinum. Tað grøna er vindorka, tað bláa vatnorka og tað reyða er el-framleiðsla úr olju. Hetta er 2014, tá vindmyllulundin omanfyri Havnina komu inn í skipanina og vit síggja hvussu góðan mun hon ger fra september og frameftir. Myndin vísir okkum, at vit klára okkum  mestsum bara við vind og vatn um veturin, men um summarið brúka vit nógva olju. Vit kundu heilt einfalt ynskt okkum meira vind og regn um summarið í Føroyum. Tað eru kanska ikki øll samd í hesum, men í el-orku høpi er tað so.

Hvussu álítandi er sólorkan?

Vit vita, at sólin skínur mest um summarið og tí er nærliggjandi at hugsa, at kanska kann sólin brúkast fyri at sleppa av við eitt sindur av olju um summarið. Men hvussu álítandi er sólorkan? Sólin kemur upp í eysti, stendur hægst um middagsleitið, nógv hægri um summari enn um veturin, og fer niður í vestri – tað er minst líka álítandi. Men ein óvissa er hvussu nógv skýggini forða sólini. 

Eina ábending kunnu vit fáa við máldum sóltímum í Havn, sum víst á myndini omanfyri – og tað er rímuliga støðugt frá ár til ár. DMI sigur smáar 900 tímar um árið +- um 15%, so hetta er avgjørt nakað við kunnu roknað við. Eitt sindur fleiri sóltímar tey seinnu áratíggjuni enn tíðina frammanundin.

Dømi um sólorku í Føroyum

Sólorkuskipanin á Tannlæknamiðstøðuni í Tórshavn

Skipanin vit síggja á myndini omanfyri, er sett upp á Tannlæknamiðstøðini í Havn.  Í 2024 varð skipanin víðkað við 12 sólpanelum, nú eru har 60 panel, sum hvørt er 260W, íalt 15,6 kWp. 

Hagtøl yvir árligu sólorkuframleiðsluna á Tannlæknamiðstøðini

Ár20182019202020212022202320242025
kWh70037420815179447712896196279434

Hóast sólin í Føroyum er svikalig,  so er árliga sólorkuframleiðslan rættiliga støðu. Skipanin á Tannlæknamiðstøðini bleiv víðkað við 25 % í 2023. Um 2024 framleiðslan verður tillagað til gomlu støddina, so hevði framleiðslan verið 7.702 kWh, sum er bert 0,7 % yvir miðalframleiðsluna fyri árini 2018 – 2022. 

Tey sum hava áhuga í framleiðsluni, kunnu síggja bæði framleiðsluna nú og hagtøl fyri framleiðsluna við at fara innar á leinkjuna niðanfyri: 

Sólorkuskipanin hjá SEV í Sumba 

Á myndini niðanfyri síggja vit eina enn størri skipan, sum SEV hevur sett upp í Sumba. Í 2019 blivu ikki færri enn 768 panel sett upp. Hetta svarar til ársfórbrúkið hjá umleiðis 40 sethúsum. Panelini liggja rættuliga sløtt, og venda í Eyst og Vest. Tað er eyðvita, at fyri at framleiða sum mest, skulu sólpanelini venda so beint móti har sólin er mest, tað vil siga í beinan sunnan og við hóskandi halli, sum í Føroyum er góðar 40°. SEV valdi Eyst og Vest fyri ikki at fáa ein topp í framleiðslu á middegi, men heldur spjaða framleiðsluna so javnt út yvir dagin sum gjørligt. Vit á Umhvørvisstovuni hildu tó tað verða áhugavert at samanlíkna við optimala framleiðlsu og heittu á SEV um at seta nøkur panel upp, sum vendu suðureftir. Hetta vórðu teir við uppá, og í 2020 blivu 60 panel sett upp suðureftir við ymiskum halli. 

Sólorkuskipanin í Sumba

Ger ættin mun?

Panelini eyst-vest: 768, tilsamans 242 kW, 15° hall. Panelini suður: 60, tilsamans 19,5 kW, 15, 20 og 30° hall. Panelini suðureftir framleiða góðar 800 kWh fyri hvørt innstalerða kW, sum er 18-19% meira enn tey sum venda Eyst og Vest.

Dagstovnurin Sólareyga í Tórshavn

Eitt annað dømi er úr Tórshavnar kommunu, sum eisini er við uppá at royna sólorku. Á myndini niðanfyri síggja vit takið á dagstovninum Sólareyga í Havn, har umleið 16 kWp eru sett upp. Hesi venda næstan í beinan sunnan. Líknandi skipanir eru á dagstovninum á Velbastað og á skúlanum í Nólsoy. Hesar skipanir hava tó bara 11kW  invertara. Tað er mesta stødd, sum SEV loyvir, um bygningur skal kunna brúka orkuna sjálvur og lata rest til SEV. 

Sólorkuskipan á takinum hjá dagstovnini Sólareyga í Tórshavn

Sólorkuskipanin á Umhvørvisstovuni

Skipanin er frá 2018, hon var sett upp sum liður í kanning av sólorku møguleikunum í Føroyum. Har eru tí tvey sløg av sól panelum, monokristalin og polykristalin, íalt 11 kWp. Kjak var tá um, hvat slag riggaði best í Føroyum. Mono var sagt at rigga best til beinleiðis sólarljós, og poly skuldi vera best til diffust ljóst. Royndirnar vísa, at munurin er ikki tann stóri. 

Sólorkuskipanin á Umhvørvisstovuni

Skipanin kostaði góðar 74.000 kr í tilfari og væl yvir 100.000 kr við uppsetan. Skipanin hevur roynst sera væl, niðanfyri eru hagtøl fyri 7 árs framleiðslu. Gev gætur, hvussu støðug ársframleiðslan er. Miðalframleiðslan liggur um 7.000 kWh árliga, størsta sveiggið var í 2020, tá var framleiðslan 7 % hægri enn í miðal. So gott sum øll sólorkan verður nýtt innanhýsis, árliga sparingin við 2026 prísi á 2,325 kr/kWh liggur um góðar 16.000,-.  

Tá sólorkuskipanin var sett upp í 2018 var mett, at hon fór at vera afturgoldin eftir umleið 10  árum, tað kemur at halda. 

Elframleiðslan árini 2019 – 2025

Mesta framleiðslan er um summarið, tá er eisini mest er brúk fyri sólorkuni fyri at sleppa undan olju í føroysku el-framleiðsluni. Bestu sólorku mánaðirnir eru maj – august, myrku tíðina frá novembur til februar er stórt sæð eingin sólorka, hinir mánaðirnir geva eitt minni ískoyti, sí niðanfyri. 

2019202020212022202320242025í miðjal
Jan                23               36               20               21               34               22               29               26
Feb              110            181            144            162            147            188            163            156
Mar              599            621            556            531            418            503            475            529
Apr              742         1.058            979            892            994            972            894            933
Mai          1.232         1.352         1.284         1.174         1.057            961         1.464         1.218
Jun          1.178         1.139         1.199         1.183         1.474         1.201            952         1.190
Jul          1.022         1.264         1.158         1.083            865         1.149         1.078         1.088
Aug              995            903            931            963            815            794            872            896
Sep              617            590            495            412            517            795            529            565
Okt              297            280            279            264            263            255            239            268
Nov                66               48               49               44               57               47               47               51
Des                13               13               13               10               17               15               16               14
Samlað          6.896         7.484         7.107         6.739         6.658         6.902         6.757         6.935

Kanning av ymiskum sólpanelum

Á myndini síggja vit tann besta dagin vit hava havt higartil, tann 23/6-2019. Hendan dagin framleiddi skipanin 82kWh. Vit síggja trý dykk í framleiðsluni – allarhelst lítil skýggj ein annars sólríkan dag. Vit síggja at mono (blátt) framleiðir eitt sindur meir, men tey panelini vóru væl dýrari, so tað er hips sum haps hvat loysir seg best.

Um vit hyggja eftir ársframleiðsluni, so síggja vit, at vit fáa mest í mai og nakað minni juni, juli og august, og at kalla slett onki um veturin í december-januar. Tvs. vit framleiða um summarið, tá mest er brúk fyri tí fyri at sleppa undan oljuni. Tvs. vit tjena skipanina innaftur eftir umleið 10 árum. Tað má sigast at verða gott, tí veitarar av sólorkuskipanum siga at panelini kunnu framleiða 25-30 ár, onkur sigur 35 ár, uttan at vikna stórvegis.

Framleiðsla og nýtsla

Um vit hyggja eftir ársframleiðsluni, so síggja vit, at vit fáa mest í mai og nakað minni juni, juli og august, og at kalla slett onki um veturin í december-januar. Tvs. vit framleiða um summarið, tá mest er brúk fyri tí fyri at sleppa undan oljuni.

í 2021 fekk Umhvørvisstovan jarðhitaskipan. Tað sæst á elnýtsluni sum vaks tá hitapumpan varð sett til í mars ’21. Men vit síggja eisini, at nú er betri pláss fyri egnari framleiðslu úr sólorku og kanska tað kundi loyst seg at fingið enn fleiri sólpanelir og økt um egna framleiðslu. Hetta var dømi um sólorkuskipan á ein stórum bygningini. Nú skulu vit hyggja eftir einum dømi við einum sethúsum.

Sólorka til privathús

Sólorkaskipan á einum sethúsatakið

Húsið á myndini hevur sólorkuskipan og hon var sett í gongd í septembur 2021. Takflatan vendur í beinan sunnan. Tilsamans 16 panel eru sett upp, íalt góð 5kW og tað verður brúkt 27m2 av takinum til tað. Kvisturin ger eitt sindur fortreð, tí hann skuggar nakað um morgun og kvøld. Húsið hevur hitapumpu og løðistøð til elbil.

Her er úrslit frá skipanini leygardag 18 september 2021, tvs. eitt døgn frá kl 0 til kl 24. Tað reyða er el sum er keypt frá SEV meðan tað grøna saman við tí gula er tað sum sólorkuskipanin hevur framleitt, tað grøna er tað sum er brúkt innanhýsis og hevur minkað um keyp frá SEV og tað gula tað sum ikki var pláss fyri men er fari út á netið hjá SEV.

Vit síggja toppar ymsastaðir í elnýtsluni, tað kann vera tá hitapumpan koyrir. So síggja vit ein eitt sindur breiðari topp um morginin um 8-9 tíðini, tað man vera morgun drekka sum veðrur kókað og so aftur ein topp seint seinnapartin, sum er matgerð. Vit síggja lítla elnýtslu frá umleið kl 10 til kl 15:30 og tí fer stórur partur av sólframleiðsluni beinleiðis til SEV. Sjálvt um hesin leygardagurin var ein hampuligur sóldagur er ikki so stór framleiðsla, tí vit eru komin so lang út á arið. Um hetta var ein hásummardagur við sól, so høvdu vit sæð eitt stórt gult økið, tí tað mesta hevði farið beint út á netið hjá SEV. Hendan skipanin er 5,36 KWp og vit eiga at rokna við góðar 4.000 kWh framleiðslu hvørt ár. Um alt fer til egna nýtslu, tvs. at keyp frá SEV minkar tilsvarandi, kann virðið setast til góðar 8.000kr hvørt ár. Hinvegin, um tað mesta fer beint á netið hjá SEV er virðið bert um 6.000kr. Lønsemi í eini tílíkari skipan kann betrast við at flyta elnýtslu til um dagin, tá sólin skínur.

Leinki til sólorkuskipanir