Tað, vit kalla jarðhiti, er í veruleikanum mest hiti frá sólini. Sólin hitar jørðina, sum goymir hitan. Í Føroyum klárar jørðin at halda hitanum á 6-8 hitastigum, tá tað er kaldast.

This image has an empty alt attribute; its file name is IMG_1458-768x1024.jpg

Tá vit vilja gagnnýta hitan, bora vit eitt hol, einar 150 – 300 m djúpt. Ofta setir vatn inn í holið, og tað er fínt – vatnið leiðir hitan úr jørðini til holið. Ein slanga verður løgd niður í holið.

This image has an empty alt attribute; its file name is berghiti.jpg

Slangan er ein ringrás. Løgurin í henni tekur hita til sín frá holinum (jørðini og vatninum, ið setir til), leiðir hann til hitapumpuna og setir har hitan av til eina aðra ringrás. Hesi fáu hitastigini eru nóg mikið til at løgurin í seinnu ringrásini, sum er ein sprittblanding, verður til gass. Gassið verður síðani trýst saman í kompressaranum í pumpuni. Tá økist hitin nógv, upp til eini 60-65 stig, og verður tá førdur inn í húsini, inn í gólvhitaskipan, radiatorar og í kranavatnið.

Jarðhitaslangan kann eisini leggjast vatnrætt í lendi