Ein luft-til-vatn hitapumpa tekur hita úr útiluft og flytur hann inn í húsini. Ein tílík hitapumpa hevur tískil tveir partar, eina útieind og eina innieind. Útieindin er oftast ein kassi, og í kassanum er ein vifta, sum blæsur luft ígjøgnum ein ‘fordampara’ har kølievni rennur ígjøgnum. Kølievnið kókar og fordampar (fer frá løgi til gass), og upptekur soleiðis hita úr luftini. Hetta hendir sjálvt um luftin er køld, ja heilt niður í  -20°C. Ein ventilur stýrur nøgdini, so kølievnið alla tíðina fordamar og upptekur hita. Kølievnið, sum nú er í gassformi, fer í ein el-riknan kompressara, sum setur tað undir trýst og hervið hitnar kølievnið. Hesin hitin, oftast um 55°C, verður við einum varmavekslara fluttur frá kølievninum yvir í vatn í innieindini. Tá vatnið tekur hitan úr kølievninum, fer tað aftur frá gass til løg og aftur ígjøgnum ventilin í fordamparan í eini endaleysari ringrás. Hitin í vatninum í innieindini kann brúkast bæði til heitt kranavatn og til gólvhita ella radiatorar. Nøgdin av hitaorku frá tílíkari hitapumpu er ofta 3 ferðir so stór sum tann el-orkan sum pumpan brúkar;  tá siga vit at gagnstigið (COP) er 3. Tá kalt er í veðrinum legst ofta frost á fordamparan, og so má hann avrímast. Tá brúkar hitapumpan meira el og tí lækkar gagnstigið.