Treytin fyri at húsini kunnu nýta ventilatiónshitapumpu er, at tey hava ella skulu hava ventilatiónsskipan. Ein ventilatiónshitapumpa er eitt slag av luft-til-vatn hitapumpu, sum tekur hitan úr heitari inniluft og ikki úr útiluft sum vanligar luft-til-vatn hitapumpur. Ventilatiónshitapumpan hevur tí onga útieind, men er samanbygd við ventilatiónsskipanina í húsinum. Hon sýgur umleið 20°C heita luft úr rúmum í húsinum ígjøgnum rørskipanina og tekur hitan úr hesi luftini, áðrenn hon verður blást útum. Luftin kann verða køld heilt niður á -15°C, um tørvur er á nógvari hitaorku. Av tí at rørskipan er neyðug, er hendan hitapumpan best egnað til nýggj hús, har rørskipan er ella skal leggjast, og minni egnað til gomul hús, har torført er at leggja ventilatiónsrørskipan. Royndir hava víst, at hendan hitapumpan er best egna til væl bjálvaði og minni orkukrevjandi hús