Nýggj, grøn hús við góðum tølum

Byggiár: 2019
Stødd hús: 148 m²
Upphitað bilhús: 25 m² 
Húski: 4 fólk
Bústaður: Syðrugøta
Upphiting: Jarðhiti 
Hitaskipan: Gólvhiti
Kostnaður: 140.200 kr við mvg-afturbering

Marita Klein Joensen og maðurin Steinur Poulsen búgva í Syðrugøtu í einum nýggjum húsum, sum stóðu liðug í 2019. Húsini frá 2019 fáa bíligan, grønan prís frá SEV. Prísurin fyri heitt vatn og hita er undir 700 kr/mánaðan.

Tey hava tvey børn undir skúlaaldur. Húsini eru eini væl bjálvaði eittplanshús við gólvhita í øllum húsunum.

Húsini hava ein grønan málara og tískil ber til hjá teimum at skilja elnýtsluna sundur í upphiting, elbil og aðra vanliga nýtslu í húsinum. Kostnaðurin fyri hvønn kWt ígjøgnum grøna málaran er 1,16 krónur uttan MVG, meðan vanligi elprísurin er 1,48 krónur uttan MVG.

Marita Klein Joensen hevur gjørt orkunýtsluna hjá teimum í 2020 upp og vísir hon á sparingina í rakstinum, av tí at tey hava grønan málara.

Spara tit nakað?

Marita Klein Joensen hevur samanborið orkunýtsluna í teirra húsum við húsini hjá foreldrunum, sum eisini eru eini eittplanshús í Syðrugøtu. Húsini eru frá 1987, men hampuliga væl bjálvaði og verða hitaði við oljufýring. Í 2020 høvdu foreldrini ein næming búgvandi helvtina av árinum, so tilsamans kann sigast, at tey vóru 2,5 fólk í húsi í 2020.

 – So  vit brúka minni enn helvtina í krónum uppá at hita okkara hús og til heitt vatn, sigur Marita Klein Joensen.

Hon leggur afturat, at íløgan loysir seg fíggjarliga, bæði vegna jarðhitaskipanina og av grøna málaranum.

Eru húsini heit?

Húsini eru gjørd eftir nútímans forskriftum, væl bjálvaði og jarðhitaskipanin letur alla ta orku, sum familjan hevur tørv á.

 – Vit eru ótrúliga glað fyri húsini og vit eru ótrúliga glað fyri at vit fingu okkum jarðhita. Vit hava búð í húsunum í tvey ár nú og vit hava bara gott at siga um okkara royndir við jarðhita, sigur Marita Klein Joensen.

Tað er heitt inni og ríkiligt av heitum vatni.

Nøkur góð ráð til onnur?

Marita Klein Joensen leggur dent á, at hon er ikki serfrøðingur innan orku, bjálving og upphiting. Men hon hevur stóran áhuga í økinum og vil fegin deila sínar royndir við onnur. Hon hevur kanska ikki so góðan hug at koma við beinleiðis vegleiðingum, men hon heldur, at tað eitt tað besta ráðið er at seta seg inn í økið og tosa við onnur um teirra royndir.

 – Tað er sera stuttligt at fylgja við í, hvussu nógva orku vit brúka uppá upphiting, heitt vatn og flutning. Og tað gerst bara stuttligari, tá man sær at tølini eru so góð í mun til oljufýringar og vanligar diesel- ella bensinbilar, sigur Marita Klein Joensen.

Brúkar tú eisini hitapumpu?

Hevur tú eisini bygt eini nýggj hús, og valt at brúka hitapumpu við jarðhita- ella luft-til-vatn-skipan? Sig okkum frá tíni søgu.