Fóru frá luft til jørð

Byggiár: 2009
Upphiting:  Luft-til-vatn og nú jarðhiti
Hitaskipan:  Gólvhiti
Kostnaður:   70.000 v/mvg + 170.000 u/mvg
Stødd:  160+80 kvm
Húski:  5
Bústaður:  Argir
Eigarar: Fía Petersen og Henry Christiansen

Fía Petersen og Henry Christiansen bygdu sær nýggj hús á Argjum í 2009. Tey vóru samd um, at tey vildu hava eina so grøna hitaloysn, sum gjørligt. Sum hjá teimum flestu, so var ein ávísur tvídráttur millum fíggjarligu íløguna og grønu samvitskuna. Men hjá Fíu og Henry vísti tað seg tá, og aftur seinni, at atlitið til umhvørvið vigaði tungt.

Valið fall á eina luft til vatn hitapumpu. Tær fyrstu jarðhitaskipanirnar vóru komnar, men ongi sethús høvdu fingið jarðhita. Fía og Henry settu seg væl inn í hitapumpuskiparnirnar og valdu eina av teimum bestu á marknaðinum. Íløgan var størri enn um tey høvdu valt at fingið sær oljufýring, men grøna samvitskan gjørdist enn betur við vaksandi oljuprísum tey fyrstu árini.

– Hon koyrdi so væl tey fyrstu árini. Húsini vóru heit, vatnið var ríkiligt og hon kostaði lítið í rakstri.

Í 2017 komu fyrstu trupulleikarnir við hitapumpuni. Hon sløknaði knappliga og onkuntíð vildi hon ikki ígongd aftur, uttan at serfrøðingar komu og arbeiddu uppá skipanina. Fía greiðir frá, at tað løgna var, at tað gjørdist ongantíð greitt, júst hvat trupulleikin var.

– Eg skilti tað ikki ordiliga, eg hevði jú nemliga keypt eina kvalitetshitapumpu, sigur Fía Petersen.

Trupulleikarnir við hitapumpuni gjørdust verri, hóast bæði Fía Petersen og veitarin løgdu nógv fyri at finna eina loysn. Men svikaliga hitapumpan hevur ikki fingið Fíu Petersen at venda hvørki veitara ella grønum loysnum bakið. Hon hevur bara tað besta at bera veitaranum, tí teir komu tá ringt var eftir teimum, og teir royndu veruliga at loysa trupulleikan.

– Eg veit ikki um eg havi verið óheppin. Vit fingu at vita tá, at tað var ivi um hvussu hesir útideilirnir fóru at rigga í Føroyum, sigur Fía Petersen, sum leggur afturat, at hon hevur hugsað um hetta var prísurin fyri at vera millum tey fyrstu, sum fingu sær hitapumpu.

Jarðhita í staðin

Luft til vatn hitapumpan gerst at enda so óstøðug, at Fía og Henry taka avgerð um at skifta til jarðhita. Í desember 2020 fáa tey jarðhitaskipanina setta til. Tey velja at fáa sær ein eyka stóran vatntanga, tí vilja als ikki koma í ta støðu at teimum manglar vatn.

Tilsamans hava tey bæði gjørt stórar íløgur í grønar orkuloysnir í húsini hjá sær. Luft til vatn hitapumpuskipanin kostaði umleið 70.000 krónur við mvg og jarðhitaskipanin kostaði við øllum 170.000 krónur uttan mvg.

Fía Petersen hevur hug at smílast eitt sindur, tá fíggjarligi parturin kemur upp at venda. Hon sigur seg vóna, at hon hevur vunnið íløguna í luft til vatn hitapumpuna innaftur og nú stendur so uppgávan, at vinna jarðhitan innaftur, fyri.

-Eg veit ikki um eg spari tað innaftur, tí eg eri jú ikki nøkur ung kvinna longur. Men allíkavæl, so sjálvt um íløgan er størri, so kennist tað betur at gera eina íløgu í eina grøna loysn. Tað er nok eisini tí, at vit valdu eina grøna loysn av fyrstan tíð, sigur Fía Petersen.

Argjafólkini vísa á, at hóast fyrsta grøna hitaskipanin hevur givið teimum nakrar trupulleikar, so hevur tað ikki rætt tey. Tey valdu sama veitara til jarðhitaskipanina og tað er fyrst og fremst, tí tey eru væl nøgd við tænastuna.

-Teir komu beinanvegin, tá tørvur var á teimum, og teir royndu at finna út av, hvat tað var sum var galið. Men tað funnu teir ongantíð útav ordiligt.  Onnur høvdu kanska fingið sær ein annan veitara, men eg hevði einki at útseta uppá teirra tænastu, sjálvt um hitapumpan ikki riggaði. Døgntænastan hjá teimum hevði stóran týdning fyri meg, sigur hon.

-Eg eri í hvussu so er glað fyri tað loysnina vit hava valt við holinum nú. Vænti og vóni, at tað fer at fungera betri.

Samanumtøka

-Tá vit samanbera fyrstu 3 mánaðirnar í 2020 við fyrstu mánaðirnar í 2021, so er elrokningin í miðal 794 krónur minni um mánaðin fyri alt húsið. Hóast tíðarskeiðið er nakað stutt, og árini eru ymisk, til at meta um hvørt jarðhitin er bíligari í rakstri, so heldur Fía at so er.

 –  Eg eri øgiliga nøgd við at hava valt eina grøna loysn, sjálvt um eg havi verið óheppin. Persónliga eri eg glað fyri, at vit sum samfelag eru farin longur inn á grønu leiðina. Og tá okkurt nýtt kemur inn á marknaðin, so gongur tað altíð galið hjá onkrum, sigur Fía Petersen at enda.

Brúkar tú eisini hitapumpu?

Hevur tú eisini bygt eini nýggj hús, og valt at brúka hitapumpu við jarðhita- ella luft-til-vatn-skipan? Sig okkum frá tíni søgu.