Gamalt hús við nýggjari hitaskipan

Byggiár: 1860
Upphiting: Luft-til-vatn hitapumpu
Hitaskipan: Radiatorar
Kostnaður: 130.000 v/mvg
Stødd: 140 kvm
Húski: 6
Bústaður: Nólsoy
Eigarar: Nicolaj Falck

Húsini hjá Nicolaj Falck er frá 1860-unum, og stendur miðskeiðis í Nólsoyar bygd. Upprunaliga vóru húsini býtt í tvær næstan líka stórar eindir – ella tvey samanbygd hús.  Nicolaj hevur í mong ár búð tí megin, har sum m.a. handil var fyrr.

Seinastu árini hevur húsini verið undir umvæling, og hitakeldan varð skift frá oljufyri til hitapumpu. Í dag eigur Nicolaj báðar eindirnar og búvíddin er nærmum tvífaldað. Hetta hevur havt við sær, at verandi hitapumpa ikki longur orkar at hita alt húsið upp.

Er tað nóg heitt inni?

Tá ið nógvur landsynningsvindur er, er nógvur gjóstur úr kjallaranum og upp í kømrini og tá  hevur hitapumpan trupulleikar við at halda húsið heitt. Støðan var tó tann sama áðrenn hitaskipanin varð skift frá olju til el. Nicolaj er nú í gongd við at bjálva húsini so væl sum gjørligt.

Hetta var ikki støðan tá ið húsið var hitað við oljufýri.

Nicolaj leggur afturat, at sparingin frá oljufýri til hitapumpu var nærum ongin. Hann vónar tó, at sparingin verður størri nú húsini verða bjálvað væl.

Hví valdu tit akkurát hesa loysnina?

Nicolaj valdi eina luft-til-vatn hitapumpu, tí hendan var lættast at seta til verandi sentralhitaskipan í húsinum. Aftaná seinastu umvælingina, tá húsið bleiv munandi størri, umhugsaði Nicolaj at skifta til jarðhita, fyri at sleppa undan útieindini hjá luft-til-vatn hitapumpuni.

Nicolaj fekk eitt gott tilboð uppá eina størri útieind, og av tí at ikki varð neyðugt at skifta innieindina, valdi hann framhaldandi at nýta luft-til-vatn hitapumpuskipanina.

Góð ráð til onnur?

Hann ivast onga løtu í, at eini nýggj hús kunnu fáa stóran fíggjaligan ágoðan av einari hitapumpuskipan.

Afturat hesum er tað ein stórur fíggjarligur lætti at skaffa sær ein grønan málara frá SEV skjótast gjørligt.

Brúkar tú eisini hitapumpu?

Hevur tú eisini umvælt eitt gamalt hús, og valt at brúka hitapumpu við jarðhita- ella luft-til-vatn-skipan? Sig okkum frá tíni søgu.