Jarðhitaroyndirnar góðar í 13 ár

Byggiár: 1977
Stødd:  200 fermetrar
Húski: 2 fólk
Bústaður: Froðba
Upphiting: Jarðhiti, ein Vølund. 2008
Hitaskipan: Radiatorar, stórar. Gólvhiti gjørdur í einum baðirúmi
Kostnaður: 130.000 við øllum

-Okkara hús vóru nokk tey fyrstu gomlu húsini at fáa jarðhita. Eg kom í prát við Kára Mortensen (deildarleiðara á Orku-deildini hjá US), sum var á veg suður at gera jarðhitamátingar. Eg bjóðaði so okkara hús fram til royndarhús. Vit skuldu kortini undir at hugsa um at at skifta oljufýr og ketil. Og so dámar mær væl at prøva nakað nýtt!  Hetta var í 2008. Vit hava havt jarðhita síðani, og hava verið øgiliga glað fyri tað, sigur Petur Hammer.

-Einasti trupulleikin, vit hava havt, hevur verið, at tað hevur ikki verið so lætt at fáa service upp á skipanina, úr Havn. Eg skumpaði undir ein veitara her suðuri, sum síðani hevur spesialiserað seg í hitapumpum. So tað er loyst. Í dag hava vit fína service.

Hevur nógv viðlíkahald verið?

-Nei. Eg havi skift sirkulatiónspumpuna út, men tað er nokkso vanligt í øðrum hitaskipanum eisini.

Spara tit nakað?

-Vit hava spart nógvar pengar. Samlaði elkostnaðurin hjá okkum, við hitapumpu og allari nýtslu annars, liggur á umleið 1100 kr um mánaðan. Hesa køldu tíðina kann rokningin koma upp á 21-2200 um mánaðan.

Er tað nóg heitt?

-Ja, tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki. Nú eru vit bara tvey í húsi, men vit hava verið upp í 7-8 viðhvørt. Onki problem at fáa nóg mikið av heitum vatni. Vit hava stóran heittvatnstanga. Og heldur ikki nakar trupulleiki at fáa húsini nóg heit. Húsini liggja høgt og ábart fyri, so um veturin er nakað kaldari. Men eg liggi ikki og reguleri upp og niður, tað nýtist ikki.

Hví júst hetta valið?

-Um eg hevði gjørt nakað annað tá, í 2008, so hevði tað verið ein lágorkuketil. Hetta kom knappliga sum ein møguleiki, og so tóku vit av.

Góð ráð til onnur:

-Jarðhita kann eg bara viðmæla, havi verið øgiliga glaður fyri tað. Um eg skuldi bygt í dag, hevði eg beinanvegin hugsað um at gera húsini tøtt og bjálva væl, so tey brúka so lítið sum gjørligt av orku. So spardi mann enn meira.

Brúkar tú eisini hitapumpu?

Hevur tú eisini bygt eini nýggj hús, og valt at brúka hitapumpu við jarðhita- ella luft-til-vatn-skipan? Sig okkum frá tíni søgu.