Luft-til-vatnpumpa best til okkum

Byggiár: 1980
Stødd: 300 fermetrar, 100 á hvørjari av trimum hæddum.
Bústaður: Tórshavn
Upphiting: Luft-til-vatn-pumpa.
Merki: Euronom, 10 – 12 kwh . Sett upp í 2018.
Hitaskipan: Radiatorar, men baðirúm og gangur hava gólvhita
Kostnaður: 80.000 (við MVG-afturbering)  

-Vit brúktu umleið 3000 litrar av olju um árið, tá vit høvdu oljufýring, ella millum 20 og 25.000 kr. Fyri alt árið 2020 var øll elnýtslan, (el + hitapumpan), íalt kr. 20.490. So vit nýta væl minni orku enn vit nýttu, tá vit brendu olju.

Meirkostnaðurin við at velja hitapumpu, heldur enn nýggja oljufýring, var einar 50.000 kr, og ta meiríløguna spara vit innaftur upp á umleið 5 – 6 ár.

Er tað nóg heitt?

-Ja, nóg heitt. Okkum manglar hvørki innihita ella heitt vatn. Kundu saktans havt tað heitari, um vit vildu.

Hví júst hetta valið?

-Tøknin mennist so skjótt. Eg kundi valt jarðhita, men tað er ein størri íløga enn hendan, og tekur longri tíð at spara innaftur. Áðrenn eg hevði verið liðugur at gjalda skipanina, var kanska longu nýggj og betri tøkni komin. Við at gera eina lutfalsliga lítla íløgu loysir tað seg, eisini um eg skifti hitapumpuna út um nøkur ár.

Góð ráð til onnur:

-Eg hevði avgjørt fingið mær luft-til-vatn-hitapumpu. Og so heldur nýtt meirprísin fyri jarðhita til betri bjálving av húsunum.

Brúkar tú eisini hitapumpu?

Hevur tú eisini bygt eini nýggj hús, og valt at brúka hitapumpu við jarðhita- ella luft-til-vatn-skipan? Sig okkum frá tíni søgu.

1

Søguligur oljuprísur

{{ tankEfficiency.toPercent() }}

{{ oilEnergyConsumption.format() }}

{{ moneySpentOnOilPerYear.format() }}

{{ oilPriceForHeat.format(2) }} kr/kWh
2

(kWh)

{{ energyConsumption.format() }} kWh

(kr/kWh)

{{ energyPrice.format(2) }} kr/kWh

(kr)

{{ moneySpentOnElectricityPerYear.format() }} kr

{{ energyPriceForHeat.format(2) }}
3

{{ savings.format() }}

kr. {{ totalPrice.format() }}

{{ payBackTime.format() }}

Roknarin er vegleiðandi