Millum tey fyrstu at fáa sær hitapumpu

Byggiár: 1976, renoveraði 2006-2010
Stødd: XX kvm – í tveimum hæddum                   
Húski: 4
Bústaður: Tórshavn
Upphiting: Luft til vatn
Hitaskipan: Gólvhiti
Kostnaður: XX kr

Ólavur Frederiksen og Berghild Jacobsen vóru millum tey fyrstu í Føroyum, sum fingu sær hitapumpu at hita húsini við. Tey vildu hava eina javna útreiðslu til upphiting av húsunum. 15 ár seinni koyrir hitapumpan við sama lag.

Spara tit nakað?

– Um tað mundið vit keyptu húsini var nógv tos um, at oljuprísurin fór at fara uppá 200 dollarar tunnuna og kanska enn longur upp, greiður Ólavur Frederiksen frá.

Hann sigur, at tað var skjótt, at tey funnu út av, at tey vildu ikki vera bundin at oljuprísinum, soleiðis at tey ikki vistu, hvussu stór oljurokningin fór at vera hvønn mánaða.

– Tað var tað, sum fekk okkum at hugsa um at skifta til eina hitapumpu.

 Hitapumpan minkaði munandi um kostnaðin til upphiting beinanvegin og árini 2007 og 2008 var sparingin stór, tá oljuprísurin hækkaði munandi. Men tey fingu fyrst og fremst tað úrslitið tey vildu hava. Tey fingu eina javna útreiðslu til upphiting.

Ólavur Frederiksen greiður frá, at tey fyrstu árini mistu húsini so nógva orku av trekki og lítlari bjálving, at hitapumpan koyrdi at kalla allatíðina. So orkusparingin var ikki so stór, sum hon kanska kundi verið.

Hann dregur eitt sindur uppá, hvat hann skuldi havt gjørt fyrst. Hann heldur, at hann átti kanska at bjálvað og skift vindeygu fyrst, men samstundis so greiður hann frá, at tað bar ikki til hjá teimum at gera eina so stóra umvæling tá.

Síðani, at tey bæði umvældu húsini bæði innan og uttan, við betri bjálving, nýggjum vindeygum og gólvhita um øll húsini, er samlaða útreiðslan til el um árið komin niður á 20.000 krónur um árið. Og tað sum Ólavur Frederiksen síðani hevur funnið útav er, at tað er ikki hitapumpan, sum er stóri orkuslúkurin.

– Tað eru onnur ting so sum teldur, vaskimaskina og turkitrumla, sigur Ólavur Frederiksen.

Er tað nóg heitt inni?

Ólavur og Berghild vóru fyrstu árini ofta brúkt sum eitt dømi uppá at hitapumpur rigga fínt í Føroyum av veitaranum HITA, so nógv fólk kom á gátt at síggja skipanina. Ólavur hevur hug at smílast, tá hann hugsar aftur um spurningarnar tá.

– Jamen, her er heitt inni. Hvussu ber tað til, spurdu tey, sigur hann.

Hví júst hetta valið?

Gjøgnum hesi fimtan árini hava hjúnini svarað nógvum spurningum – eisini, um tey ikki heldur vildu havt jarðhita.

– Hitin er beint uttanfyri, í luftini. Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at fara niður í jørðina eftir honum, sigur Ólavur.

Ólavur Frederiksen leggur dent á, at hitapumpan hjá teimum er gjørd úr rustfríum stáli, og tað er tað, sum má til.

– Hon heldur til tað føroyska veðurlagið. Vit hava havt okkara í 15 ár nú og hon er sum nýggj. Hon koyrir bara, sigur hann.

Brúkar tú eisini hitapumpu?

Hevur tú eisini bygt eini nýggj hús, og valt at brúka hitapumpu við jarðhita- ella luft-til-vatn-skipan? Sig okkum frá tíni søgu.