Jarðhitaskipanin lagar seg eftir veðrinum

Byggiár: 1958
Bústaður: Strendur
Stødd:  150 fermetrar á trimum hæddum
Húski: 4 fólk
Upphiting: Jarðhiti, ein Vølund-skipan. Sett upp í maj 2020.
Hitaskipan: Radiatorar. Gólvhiti gjørdur í einum rúmi.

Eigarar: Aage og Turið Dyssegaard
Kostnaður: 135.000 (við MVG-afturbering)

Eitt tað fyrsta, Aage og Turið gjørdu, tá tey høvdu yvirtikið gomlu húsini, var at fáa sær jarðhita. Áðrenn tey høvdu bjálvað og skift vindeygu. Tað gevur betri meining, heldur Aage. Jarðhitaskipanin er snildari og sleppur eigarunum undan sjálvi at regulera innihitan eftir gjóstri og ætt.

Spara tit nakað?

– Vit hugsaðu slett ikki um at spara pengar, tá vit avgjørdu at fáa okkum jarðhita. Í fyrsta umfari var tað, tí vit lósu, at ein tann størsti munurin, vit sjálvi kundu gera fyri veðurlagið, var at gevast at brenna olju. Men tað vísti seg so, at vit spardu rættiliga nógv í pengum eisini. Út frá tí hálva árinum, vit hava havt jarðhita, hava vit spart í meðal 1200 kr í nýtslu. Fyrstu tríggjar mánaðarnar, juni-august, var elrokningin bara 300 kr meir enn hon vanliga er. Tað vil siga, at jarðhitin brúkti bara 300 kr. Tá vit høvdu oljufýringina, brúktu vit umleið 1800 kr um mánaðan í miðal.

-Vit hava enn ikki fingið grønan elmálara (SEV bjóðar ein serstakan elmálara og bíligari el til grøna orkunýtslu, red.), so tá spara vit uppaftur meir.

Meirkostnaðurin av at velja jarðhita heldur enn nýggja oljufýring er 100.000 kr, og tað spara tey innaftur upp á umleið 7 ár.

Er tað nóg heitt?

-Ja. Faktiskt eru vit nøgdari við innihitan, enn tá vit høvdu olju. Húsini eru gomul, og nakað av gjóstri er. So, tá vit høvdu oljuvarma, máttu vit ganga og skrúva upp og niður eftir, hvussu nógvur vindur var, og hvussu ættin rakti á. So bleiv ov heitt viðhvørt, og so máttu vindeygu upp, og so bleiv ov kalt…. Nú justerar jarðhitaskipanin innihitan neyvt. Nú er altíð passaliga heitt inni.

-Tað heita vatnið – vit hava meira vatn nú enn áðrenn. Vit eru fýra í húsi, og hóast øll fara í bað hvørt aftan á annað, so er ivaleyst av vatni til, at tann síðsti kann fáa sær eitt langt bað, longri enn man tímir at verða standandi!  Vit hava møguleika at stilla upp á jarðhitan, og siga, hvussu nógv vatn vit vilja hava. Tað ber væl til at seta tað hægri upp, enn tað er í dag. Tað ber eisini til at seta skipanina  á auto.  So kannar hon sjálv, hvussu nógv vatn vit brúka, og nær! So tillagar hon eftir tí.

Hví júst hetta valið?

-Eg hugsaði nógv um tað! Vit kundu spart 50.000 í íløgu, um vit heldur tóku eina luft-til-vatnhitapumpu. Men so skuldi ein eind jú staðið uttanfyri. Líkamikið hvar á stykkinum, vit umhugsaðu at seta hana,  so var hon í vegin fyri tí, vit ætla, við garði og terrassu. Men stóra argumentið fyri jarðhita var, at tá orkukeldan er eitt hol í jørðini, so er ongin eind, sum skal standa úti í øllum veðri, onki, sum terist. Apparaturið stendur jú inni. Vit tosaðu við fleiri ymsar montørar, áðrenn vit valdu, og ráðini, vit fingu, vóru yvirhøvur at velja jarðhita.

Góð ráð til onnur:

-Tølini tala fyri seg. Sjey tey komandi árini gjalda vit akkurát tað sama sum vit gjørdu, tá vit høvdu oljufýring. Og aftan á sjey ár,  so havi eg 1200 kr eyka um mánaðan!

-Eitt, sum tey, sum eins og vit eiga gomul hús, kunnu hugsa um: vit valdu at bora holið djúpari enn tilmælt. Okkara er 223 metrar djúpt, heldur enn teir 180, sum veitarin metti vóru neyðugir. Hetta gjørdu vit, so vit høvdu eitt sindur eyka hesi árini, til vit hava bjálvað og klætt alt. Tá vit so hava gjørt húsini tættari og fingið orkutørvin niður, kunnu vit antin brúka minni streym ella brúka yvirskotsframleiðsluna til okkurt annað.