Ventilatión og hitapumpa í einum í nýggjum vinnubygningi
Byggiár: 2021
Upphiting: Ventilatiónshitapumpu
Hitaskipan: Gólvhita
Kostnaður: 75.000 u/mvg við ventilatión
Stødd: 149 kvm
Húski: Handil
Bústaður: Norðskála
Eigarar: Regin Thomsen
Optikarin Regin Thomsen, hevur eftir 10 ár í optikarahandli í Tórshavn, bygt sær egnan verkstað og handil – eina brillusmiðju á handilsøkinum á Norðskála. Bygningurin, sum varð tikin í nýtslu á sumri 2021 er bygdur sambært byggireglugerðini, sum kom í gildi 1. januar 2017, og er tí rímiliga væl bjálvaður og tættur. Bygningurin er 149m2 við møguleika at gera høli umleið 80m2 í loftshæddini til eitthvørt endamál. Tá spurt varð um tilboð upp á hitaskipan á heysti 2020 kostaðu jarðhitaskipanir 112-139 túsind kr. (uttan MVG) og luft/vatn hitapumpur 70-93 túsund kr (uttan MVG). Samstundis kundi ein ventilatiónshitapumpa fáast fyri 75.000 kr (uttan MVG) og tá var ventilatión við, eisini ein eind til upphiting av luft, sum verður blást inn í bygningin. Hendan skipan varð tí vald og hevur roynst væl, tó at orkunýtslan teir kaldastu mánaðirnar er nakað stór. Ein orsøk er helst at loftið er ikki liðugt bjálvað.
Hitanýtslan juli 2021 – juni 2022 sæst í mynd niðanfyri saman við hitamátingum hjá DMI á flogvøllinum. Tað sæst týðuligur samanhangur millum útihita og elnýtslu til upphiting. Samlaða nýtslan fyri seinastu 12 mánaðirnar er 6.970 kWh el ella 10.100 kr. Tá er serstakur elmálara settur upp, sum gevur ein elprís á 1,45 kr/kWt við MVG.
Brúkar tú eisini hitapumpu?
Hevur tú eisini umvælt eitt gamalt hús, og valt at brúka hitapumpu við jarðhita- ella luft-til-vatn-skipan? Sig okkum frá tíni søgu.