Ventilatión og hiti í einum

Byggiár: 2021
Upphiting: Ventilatiónshita-pumpa
Hitaskipan: Gólvhiti
Kostnaður: 130.000 v/mvg
Stødd: 160+80 kvm
Húski: 5
Bústaður: Tórshavn
Eigarar: Brynhild Absalonsen og Bogi Sivertsen

Bogi Sivertsen og Brynhild Absalonsen í Havn hava fingið sær ventilatiónshitapumpu í nýggju húsini hjá sær. Fyri tey er tað ein bíligari og betri loysn enn jarðhitin.

– Vit eru 40 ára gomul og vit koma ongantíð at vinna hasar 70.000 krónurnar innaftur, sum jarðhitaholið kostar okkum eyka, greiður Bogi frá.

Bogi Sivertsen hevur sjálvur bygt so nógv, sum yvirhøvur til ber í húsunum hjá teimum. Grundina hevur hann bygt í stigum við flamingoformum, sum hann fylti so hvørt, sum hann hevði lagað nóg nógv til ein blandibil av betongi.

Trý av fimm húsum í grannalagnum hava fingið sær jarðhita, men tey bæði hava fingið sær eina ventilatiónshitapumpu.

Innihitin brúktur umaftur

Jarðhiti var fleiri ferðir upp á tal, men íløgan varð vald frá, tí tey hildu tey fingu ov lítið burturúr meirkostnaðinum. Tá samanum kom var ventilatiónshitapumpa rætta valið bæði fíggjarliga, men eisini tekniskt.

– Vit hava valt eina Nilan Air 9 luft til vatn ventilatiónshitapumpuskipan. Nilan er eitt danskt merki, sum hevur verið leingi á marknaðinum og er sera orkuvinarligt, greiður Bogi Sivertsen frá.

– A+++, leggur hann afturat, tá hann hevur verið og hugt nærri at skipanini.

Ein ventilatiónshitapumpuskipan er ein luft-til-vatn-hitapumpa og ein ventilatión í somu skipan. Heita luftin, sum ventilatión tekur úr rúmunum, verður brúkt til at hita vatnið frá útipartinum av hitapumpuni nakrar fáar gradir afturat. Hesar fáu gradirnar gera sera stóran mun í effektivitetinum av skipanini.

Hitapumpu og ventilatión arbeiða saman

Men veruligi fyrimunurin við skipanini er, at talan er um eina skipan og ikki tvær. Samvirkna skipanin tryggjar at upphiting og ventilatión arbeiða saman fyri at skapa best møguliga inniumhvørvið.

– Tá skipanin er knýtt saman, so arbeiða ventilatiónin og hitapumpan sum ein skipan, greiður Bogi Sivertsen frá.

Hann er komin væl ávegis ígjøgnum manualin og dugir at síggja, at skipanin sjálv kann stýra vætuni og hitanum inni í rúmunum, umframt at hon eisini syrgir fyri at køla rúmini niður teir dagarnar, tá sólin bakar inn ígjøgnum stóru rútarnar í húsunum.

Samanumtikið eru tey væl nøgd við loysnina tey hava keypt frá Hita. Loysnin er sambundin, kostnaðareffektiv og riggar væl í húsinum.

Tey hava søkt um mvg-afturbering fyri íløguna til hitaskipan fyri tilsamans 130.000 krónur.

Brúkar tú eisini hitapumpu?

Hevur tú eisini bygt eini nýggj hús, og valt at brúka hitapumpu við jarðhita- ella luft-til-vatn-skipan? Sig okkum frá tíni søgu.