Soleiðis virka hitapumpur
Tá vit skulu hita okkurt upp, ber hetta vanliga bert til um vit hava eina hitakeldu sum er munandi heitari enn tað sum vit skulu hita. Hugsa t.d. um eina kókiplátu, ein gassbrennara ella ein radiator. Men við at brúka eina hitapumpu ber til at ”pumpa” ella lyfta hitastigið á hitakelduni uppeftir soleiðis at temperatururin verður nóg høgur til endamálið. Elektriska orkan sum skal til fyri at lyfta hitan er munandi minni enn tann orkan ið fæst burturúr til upphitingina. Vit rinda bert fyri el orkuna, meðan tað sum tikið verður úr jørðini, luftini ella sjónum er ókeypis.
Ein hitapumpa hevur tríggjar ringrásir. Tann fyrsta er tann, sum fer út og tekur hita úr umhvørvinum. Hetta er ein rørskipan, sum gongur út í luftina, vatnið ella jørðina, haðani hitin skal takast. Í rørinum er ein blanding av vatni og spritti. Tá vætan fer út er hon køld. Úti tekur hon hita frá umhvørvinum. Vætan (og rørið) fer so innaftur í hitapumpuna, har hon kemur í samband við eina afturlatna rørskipan við kølievni ella eina gassringrásina. Í henni er ein løgur við sera lágum kókipunkti. Tá hitin frá útirørinum flytir seg yvir á hesa ringrásina, fer løgurin í gassringrásini at kóka. Hann verður til gass. Í rørskipanini situr ein kompressari, sum brúkar elorku til at trýsta gassið saman. Tá hetta verður gjørt og gass verður sett undir trýst, hendir sambært náttúrulógunum tað, at hitin í gassinum økist. Gassið verður hitað upp til 55-65 hitastig. Og nú nertir gassrørið við triðju ringrásina – hana, sum gjøgnum radiatorar ella gólvhitaslangur førir heitt vatn runt í húsunum og sum hitar vatnið í kranunum. Samstundis kølnar gassið í gassringrásini. Tað verður kølt uppaftur meiri tá tað fer gjøgnum ein ekspansiónsventil, sum tekur trýstið av gassinum, so tað aftur verður flótandi. Ísakalt og flótandi. Klárt at taka ímóti meiri hita frá útirørinum.