Mátingar
Orkudeildin á Umhvørvisstovuni hevur síðani 2008 skrásett data frá ymiskum hitapumpuskipanum runt alt landið. Hesi datasettini geva innilit í munadygd og orkutørv yvir longri tíðarskeið og vísa, hvørja ávirkan veðurlagið hevur.
Á strikumyndunum sæst miðal elnýtslan til upphiting fyri hvønn bygning yvir eitt ár, og samanspælið millum hitalag, sóltímar, vindferð og orkutørv.
Niðurstøða:
Yvirskipað kann sigast, at orkutørvurin er størst um veturin, og at hitalagið úti hevur mestu ávirkanina á orkunýtsluna hjá hitapumpuskipanum. Munurin á orkutørvinum um summarið og um veturin kann væntast at vera størri hjá luft-til-vatn hitapumpuskipanum, tí at hitin í jørðini, sum jarðhitaskiparnir gagnnýta, er stabilari enn hitin í luftini.